- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: MSC, fólkaheilsa og ríkisfelagsskapur
Breddin: MSC, fólkaheilsa og ríkisfelagsskapur
Trý evni eru í Breddanum í dag
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/dan_knudsen.jpg?itok=C4wXXh_3)
Dan Knudsen, fyrrverandi ríkisumboðsmaður, verður eisini í Breddanum í dag
03.12.2020 - 15:09
MSC-góðkenningin fyri sild og svartkjaft verður strikað 30. desember. Orsøkin er, at veiðan hjá føroyskum skipum og og skipum í hinum strandarlondunum eru ikki longur burðadygg. Men hvat merkir hetta fyri føroysku fiskivinnuna?
Samrøða verður við Odd Eliasen, stjóra á Havsbrún.
Fólkaheilsan er verri, enn vit geva okkum far um. Tað sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum. Hann eftirlýsir, at nýggja heilsukanningin hjá Fólkaheilsuráðnum verður tikin í størri álvara.
Og so hitta vit eisini fyrrverandi ríkisumboðsmaðurin, Dan Knudsen, til eina samrøðu um ríkisfelagsskapin.
Breddin eftir útvarpstíðindini klokkan 17.05
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV