- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu fiska 400.000 tons av lodnu
Kunnu fiska 400.000 tons av lodnu
Føroyar hava loyvi til at fiska fimm prosent av íslendsku lodnukvotuni, tó í mesta lagi 30.000 tons
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/lodnuskip.png.jpg?itok=95tXcfvj)
ICES hevur nú eitt nýtt tilmæli um lodnuveiðu í vertíðini 2021 - 2022
02.12.2020 - 08:48
Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES hevur nú eitt nýtt tilmæli um lodnuveiðu í vertíðini 2021 - 2022.
ICES mælir til, at 400.000 tons av lodnu kunnu fiskast við Ísland, Føroyar, Grønland og Jan Mayen.
Í fjør var tilmælið fyri veturin 2020-2021 170.000 tons.
Men einki er fiskað enn, tí lodna fanst ikki. Men nú er lodna funnin aftur við Ísland.
Føroyar hava loyvi til at fiska fimm prosent av íslendsku lodnukvotuni, tó í mesta lagi 30.000 tons.
ICES hevur hækkað tilmælið, tí íslendska havstovan fann nógva unglodnu í heyst, sigur miðilin Intrafish.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV