- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv fleiri vinnufeløg stovnað
Korona-hvøkkurin og Brexit-óvissan hava ikki tikið áræðið frá føroyingum at stovna vinnulig feløg, tí higartil í ár eru í miðal stovnaði fleiri partafeløg, smápartafeløg og íverksetarafeløg samanborið við í fjør.
Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni.
Í fjør vórðu tilsamans 269 partafeløg, smápartafeløg og íverksetarafeløg stovnað, sambært Skráseting Føroya. Í seinnu helvt av november í ár var hetta talið umleið 260. Sostatt eru nærum 24 nýggj feløg stovnað um mánaðin í hesum árinum í ár, samanborið við góð 22 nýstovnaði feløg um mánaðin í fjør.
Vaks nógv í 2017
Vinnuhúsið sigur, at talið av nýstovnaðum vinnufeløgum vaks nógv í 2017, tá lóggávan um íverksetarafeløg var komin í gildi. Áðrenn skipanin við íverksetarafeløgum kom í gildi, lá árliga talið av nýstovnaðum partafeløgum og smápartafeløgum millum 145 og 160.
Men eftir 2017, tá skipanin við íverksetarafeløgum kom í gildi, hevur hetta talið ligið millum 265 og 275 nýstovnað vinnufeløg um árið.