- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mæla til at skerja toskaveiðuna niður helvt
Mæla til at skerja toskaveiðuna niður helvt
ICES sigur, at minni føði er í sjónum, og tí er tilgongdin av toski minni enn væntað
01.12.2020 - 11:47
ICES mælir til, at næstan helvtina minni toskur verður fiskað í føroyskum sjógvi næsta ár enn i ár.
Tilmælið hjá ICES er 6.247 tons, 47 prosent minni enn í ár.
ICES sigur, at minni føði er í sjónum, og tí er tilgongdin av toski minni enn væntað.
Tilmæli er eisini um, at upsaveiðan minkar. Her er tilmælta minkingin 23 prosent, tí veiðutrýstið er ov stórt.
Mælt verður til at fiska í mesta lagi 27.368 tons av upsa næsta ár.
Um hýsuna sigur ICES, at 11.400 tons kunnu fiskast við Føroyar næsta ár, nakað tað sama sum í ár.
Gýtingarstovnurin veksur framvegis, og hann er nú mettur at vera 52.245 tons.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV