- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Tollfríur nethandil og støðan í Grønlandi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-02-14-10h48m11s977.png?itok=L9-REbQp)
Útlendsk kapping frá internet-risum sum Amazon og broytingar í keypsmynstrinum hjá føroyingum gera, at neyðugt er at endurskoða skipanina fyri pakkar, sum fólk kunnu keypa uttanlands á netinum tollfrítt. Tollfría markið er í løtuni 300 krónur.
Handilsvinnufelagið heldur, at verandi tollmark er kappingaravlagandi fyri virksemi hjá handlum í Føroyum, og mælir til, at tað verður broytt soleiðis, at handlar eisini sleppa at innflyta vørur tollfrítt.
Joel undir Leitinum, stjóri í Posta, heldur hinvegin, at verður markið tikið av, verður umsitingin óneyðuga stór av tí at mannagongdin er tann sama, óansæð um virðið av pakkanum er undir ella yvir tollfría markinum. Samstundis koma vit at síggja, at væl fleiri pakkar verða sendir aftur.
Nýggjur formaður í Siumut
Sessurin undir grønlendska landsstýrisformanninum, Kim Kielsen, gjørdist munandi heitari um vikuskiftið, tá hann tapti formansvalið í stjórnarflokkinum Siumut fyri Erik Jensen.
Tá avtornaði fekk Erik Jensen 39 atkvøður, og Kim Kielsen fekk 32.
Sostatt gjørdist Erik Jensen nýggjur formaður í flokkinum, men hvat nú fer at henda, er óvist, sigur Jensine Berthelsen, politiskur redaktørur á miðlinum Sermitsiaq.
Vit hava ein longri prát við Jensine Berthelsen um politisku støðuna í Grønlandi og hvør nýggi formaðurin, Erik Jensen, er.
Breddin í útvarpinum klokkan 17.05.