- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veðurlagskreppan álvarsligari enn koronufarsóttin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/dorian_-_bahamas.jpg?itok=c5YAp5GE)
Koronufarsóttin hevur víst, at heimurin, gerst tað neyðugt, skjótt kann gera broytingar, sigur altjóða hjálparfelagsskapurin, Reyðikrossur.
Hjálparfelagsskapurin spyr, hvar sami vilji er í sambandi við verðurlagskreppuna.
– COVID-19 hevur víst, at mannaættin dugir at síggja og handfara eina alheimskreppu, sigur altjóða Reyðikrossur í árligu frágreiðing síni, World Disaster Report.
– Tá funnu tey neyðuga peningin, hóast hann frammanundan ikki tyktist verða tøkur, og skjót og góð tiltøk vórðu sett í verk í sambandi við kreppuna, stendur í frágreiðingini.
350 milliardir krónur
Frágreiðingin staðfestir, at heimurin noyðist at rinda 350 milliardir krónur fyri at tillaga seg og avmarka neiligu avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum.
Higartil hevur koronufarsóttin kostað heiminum umleið 200 ferðir hesa upphædd, sigur frágreiðingin.
Ársfrágreiðingin hjá altjóða Reyðakrossi leggur dent á, at hóast koronukreppan fær stóran ans í heiminum í ár, hevur veðurlagskreppan ikki minni týdning.
Meðan farsóttin hevur gingið, eru í minsta lagi 50 millónir fólk rakt av veðurlagskreppu. Í fjør var hetta talið nærum 100 milliónir, og tað er í sambandi við turk, ógvusligar stormar, vatnflóðir, skógareldar, hitabylgjur og skriðulop.
– Vit kunnu hugsa nógv um farsóttina, men tað hevur ongantíð havt størri skund at gera nakað enn nú, staðfestir frágreiðingin.
Fleiri náttúruvanlukkur
Talið av náttúruvanlukkum er vaksið munandi, sambært ST-stovninum, UNDRR, sum arbeiðir fyri at minka um kreppur.
Í frágreiðing, sum varð almannakunngjørd í oktober, sigur UNDRR, at seinastu 20 árini eru skrásettar 7.300 nátturuvanlukkur. Hetta er 3.100 fleiri enn árini 1980 til 1999.
– Hetta vísir greitt, at í heiminum, har hitin í 2019 var 1,1 stig hægri enn í ídnaðarølini, verða avleiðingarnar framvegis oftari ógvusliga ódnir, staðfestir kanning hjá UNDRR.
Frágreiðingin hevur eisini nøkur greið tilmæli.
Burðardygg tøkni
Serliga skulu størri íløgur gerast í burðardyggja tøkni, sum ger, at samfeløgini í longdini kunnu tillaga seg til veðurlagsbroytingarnar.
Eisini skal heimssamfelagið gera meira fyri at verja fátækastu og viðkvæmastu bólkarnar, sum oftast eru meinast raktir av náttúruvanlukkum.
– Veðurlagskreppan er størri avbjóðing fyri mannaættina enn koronufarsóttin. Tað er kreppa, sum rætt og slætt hóttir okkara møguleika fyri í longdini at hóra undan, er niðurstøðan í frágreiðingini frá altjóða Reyðakrossi.