Seks ísfiskalínuskip til fiskiskap

Seks ísfiskalínuskip til fiskiskap
Seks ísfiskalínuskip eru til fiskiskap, boðar Fiskamarknaðurin frá
Seks línuskip fiska undir Føroyum
 
28.11.2020 - 11:46

Fimm eru á landgrunninum og eitt á Íslandsrygginum. Sjey frystilínuskip eru til fiskiskap, eitt við Ísland og seks undir Føroyum.

Streymurin verður góður til útróður, men veðrið verður eitt sindur óstøðugt. Fiskamarknaðurin roknar tó við nakað av útróðri.

Djúpvatntrolarar royna eftir kongafiski

Tveir djúpvatnstrolarar er til fiskiskap. Teir royna vestanfyri eftir kongafiski. Viðvíkjandi partrolarum, so er sjey pør til fiskiskap. Fiskiskapurin er vánaligur um dagarnar.

Allir trolbátarnir eru til fiskiskap. Fýra eru á skeivabanka og fýra eystan fyri, og allir royna eftir havtasku. Eitt garnaskip fiskar svartkalva.

Fiskiskapurin er smáligur. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúkligan fiskiskap, skrivar Fiskamarknaðurin í meting fyri næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497