Tolleftirlitið styrkjast

Tolleftirlitið styrkjast
Meira arbeiðsorka skal setast av til tolleftirlitið. Tolllógin verður nú endurskoðað
 
19.11.2020 - 07:36

Tolleftirlitið skal styrkjast, og tolllógin verður endurskoðað í løtuni. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Brand Sandoy, løgtingsmann, sum spurdi um tolleftirlitið og rúsevni.

Landsstýrismaðurin sigur eisini, at eitt nýtt SSP samstarv skal gerast at basa rúsevnistrupulleikanum, sum er sosialur fyrst og fremst, siga tey serkønu.

Arbeiðsgongdir effektiviserast

SSP er samstarvið millum almannaverkið, skúlar og løgreglu. Men nú skulu heilsuverkið og TAKS við í eitt nýtt samstarv.

Jørgen Niclasen sigur, at TAKS arbeiðir við at effektivisera arbeiðsgongdir og við talgilding á tolløkinum, so meira arbeiðsorka so líðandi verður tøk til beinleiðis eftirlit.

Á tolldeildini hjá TAKS eru 20 fólk. Ein tollari er komin afturat í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342