Koronukanningar í Íslandi verða ókeypis

bannari
Koronukanningar í Íslandi verða ókeypis
Ferðafólk, sum koma til Íslands, vilja heldur fara í sóttarhald, enn at lata seg kanna, tí kanningin er ov dýr
Ferðafólk, sum koma til Íslands, hava aftrað seg við at lata seg kanna fyri koronu, tí kanningin er ov dýr
 
18.11.2020 - 09:10

Ferðandi, sum koma til Íslands, skulu ikki rinda fyri at verða kannað fyri koronu.

Tað skrivar íslendska kringvarpið.

Ferðafólk, sum hava leitað sær til Íslands, hava havt valið millum at rinda kostnaðin fyri at lata seg kanna fyri koronu, tá tey koma, og aftur fimm dagar seinni, ella at fara í sóttarhald í 14 dagar.

Men sambært RÚV, vita myndugleikarnir um fleiri dømi, har ferðafólk valdu sóttarhald framum at lata seg kanna, tí kanningarnar vóru ov dýrar. Haraftrat eru eisini fleiri, sum bróta sóttarhaldið.

- Ókeypis koronukanningar skulu tryggja, at hetta ikki kemur fyri, sigur Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharri við RÚV.

Galdandi reglur um koronukanningar og sóttarhald komu í gildi 1. juli, og tá varð ásett, at tað kostaði 11.000 íslendskar krónur at verða kannaður fyri koronu á markinum, góðar 500 krónur í okkara peningi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946