- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mál um sivila handtøku skal byrja av nýggjum
Mál um sivila handtøku skal byrja av nýggjum
Ein maður og ein kvinna í Sandavági eru ákærd fyri harðskap
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/7a155f7c0d75bd000823848a7b20b03d.png?itok=LY5r108F)
Sjúka ger, at alt málið um sivilu handtøkuna í Sandavági skal ganga umaftur
17.11.2020 - 13:24
Málið um harðskap í sambandi við eina sivila handtøku í Sandavági skal byrja av nýggjum í Føroya rætti.
Orsøkin er sjúka.
Ein maður og ein kvinna eru ákærd fyri harðskap.
Tað var eftir eina hending í Sandavági eina náttina í januar, tá fýra ungir menn skutu tvær rakettir móti einum húsum so eldur kom í eina plantu við úthurðina.
Málið byrjaði í rættinum 20.oktober.
Tað varð síðani útsett til 4.november, tí eitt vitni skuldi kallast inn av nýggjum.
Men sjúka ger, at nú skal alt málið byrja umaftur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV