- Tíðindi, mentan og ítróttur
ALS sendir landinum rokning
ALS sendir landinum rokning
Nógv tann størsti parturin er sjálvt lønarískoytið, sum er góðar 15,8 milliónir krónur

Rokningin frá ALS til landið er 17,1 millión krónur
13.11.2020 - 11:16
Arbeiðsloysisskipanin hevur sent landinum eina rokning fyri at gjalda og umsita lønarískoytið í juli og august.
Rokningin er 17,1 millión krónur. Rokningin er býtt í fýra partar. Nógv tann størsti parturin er sjálvt lønarískoytið, sum er góðar 15,8 milliónir krónur.
Eftirlønin er slakar 940.000 krónur, arbeiðsmarknaðargjøldini, millum annað Als-inngjald, eru 326.000 krónur, og Als tekur 25.000 krónur í ómaksgjaldi fyri at umsita skipanina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV