Kunnu stýra kommunu, hóast tey onga atkvøðu fingu

bannari
Kunnu stýra kommunu, hóast tey onga atkvøðu fingu
Í Húsavíkar kommunu kann tað gerast neyðugt at fáa fólk í bygdaráðið, sum onga atkvøðu fekk týsdagin
Í Húsavíkar kommunu kann tað gerast neyðugt at fáa fólk í bygdaráðið, sum onga atkvøðu fekk týsdagin
 
12.11.2020 - 11:42

Fólk kunnu stýra einari kommunu, hóast tey ikki fingu eina einastu atkvøðu á kommunuvalinum. Sjey valevni á valinum týsdagin fingu onga atkvøðu.

Talan er um eitt valevni í Eysturkommunu, eitt í Skúvoyar kommunu, eitt í Fámjins kommunu, tvey í Fugloyar kommunu og tvey í Húsavíkar kommunu.

Í Húsavíkar kommunu kann tað gerast neyðugt at fáa fólk í bygdaráðið, sum onga atkvøðu fekk týsdagin. Á lista B vóru trý fólk.

 >> SÍ EISINI Yvirlit: Her eru allar tær persónligu atkvøðurnar

Tvey teirra eru vald í bygdaráðið. Triðja valevnið á listanum fekk onga atkvøðu. Um annað teirra, sum er valt í bygdaráðið, til dømis flytur úr kommununi, kemur tann triði á lista B í bygdaráðið.

Tí sambært lógini skal ein listi tømast, sum tað eitur, sama, hvussu nógvar atkvøðurnar eru, eisini um eingin atkvøða er. 

Hóast fólk ikki vilja stilla upp, er tað ein borgaraskylda at stilla upp, um fólk, til dømis uttan at tey vita av tí, verða sett á ein lista.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. mars
Norðurljóð 3.mars 2025
188433
Mánadag 3. mars
4. dagar til fyrsta bríksl
188556
Mánadag 3. mars
Góðan morgun Føroyar
188535
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389