Fáa hjálp til at skilja dátuverndarlógina

Fáa hjálp til at skilja dátuverndarlógina
Ert tú millum teirra, sum hevur torført við at skilja nýggju dátuverndarlógina; so kanst tú fáa hjálp í Klaksvík mikudagin
 
10.11.2020 - 06:03

Seinnapartin í morgin fara Føroya Arbeiðsgevarafelag og KT-felag at skipa fyri einum tiltaki, har endamálið er at fáa svar uppá tey ivamál, sum fyritøkur munnu hava viðvíkjandi nýggju dátuverndarlógini, sum varð samtykt í summar.

Eitt nú fer Katrin Thorsvig Hansen, virkandi stjóri á Dátueftirlitinum, at hava eitt upplegg, sum kallast: hvat er dátuverndarlógin og hvør skal liva upp til lógina.

Tiltakið, sum er fyri limirnar í feløgunum í Vinnuhúsinum, verður í miðhøllini í nýggja skúlanum á Skúlatrøð mikudagin klokkan 14.

Eisini vera tvey onnur tiltøk seinri í mánaðanum. Tað fyrra í Havn tann 18. november - tað seinna í Suðuroy tann 30. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342