- Tíðindi, mentan og ítróttur
Koppingarevni fyri koronu nærkast
Koppingarevni fyri koronu nærkast
Tvær heilivágsfyritøkur siga, at tær hava ment eitt koppingarevni, sum riggar í 90 prosentum av førunum
09.11.2020 - 16:07
Eitt koppingarevni fyri koronu nærkast í hvørjum.
Tvær heilivágsfyritøkur, ávíkavist amerikanska Pfizer og týska BioNTech, boða í dag frá, at tær hava ment eitt koppingarevni, sum riggar í 90 prosentum av førunum.
Tað skrivar BBC.
43.000 fólk í seks ymiskum londum hava roynt koppingarevnið, sum báðar fyritøkurnar ætla at fáa góðkent longu síðst í hesum mánaðinum.
Hetta koppingarevnið er millum tíggju koppingarevni, sum eru komin til triðja og seinasta royndarstig, men hetta er tað fyrsta, sum kann vísa á úrslit.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV