Eingin smittutilburður í gjár

bannari
Eingin smittutilburður í gjár
Tveir tilburðir vórðu staðfestir, tá kanningarnar frá leygardegnum vórðu greinaðar
 
09.11.2020 - 12:49

Eingin smittutilburður varð staðfestur í gjár.

Í gjár vórðu 256 kanningar gjørdar. Tær eru allar greinaðar. Nú eru gjørdar 157.945 kanningar í Føroyum.

497 fólk hava fingið staðfest koronusmittuna í Føroyum.  493 fólk eru ikki sjúk longur, so fýra eru sjúk í løtuni.

Tveir smittutilburðir vórðu staðfestir, tá kanningarnar frá leygardegnum vóru greinaðar.

Smittaðu fólkini hava samband hvørt við annað. Annað teirra kom til Føroya herfyri. 

Sjey fólk eru í sóttarhaldi. Eingin er innlagdur.

Næstseinast, smittan varð funnin í Føroyum, var 30.oktober, tá var ein tilburður, og fyri tað var 26.oktober, tá fýra tilburðir vóru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944