- Tíðindi, mentan og ítróttur
Partarnir hava góðtikið semingsuppskotið
Partarnir hava góðtikið semingsuppskotið
Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hava góðtikið semingsuppskotið og verkfallið er tí av
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)
08.11.2020 - 16:11
Nevndin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur fingið eitt semingsuppskot, sum nevndin einmælt hevur samtykt at góðtaka. Hetta merkir, at allir limir, sum eru í arbeiðssteðgi, fara aftur til arbeiðis beinanvegin og annars eftir arbeiðsætlan.
Nýggi sáttmálin er innan fyri ásetta lønarkarmin, sum er 5,8 prosent. Longdin á sáttmálanum, trý ár og tríggir mánaðir, vísti seg at vera ein háttur loysa verkfalsstøðuna. Nýggi sáttmálin er fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. januar 2023.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV