- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáa nýggjari Pison í nýggja árinum
Smápartafelagið Miðdalsenni á Viðareiði, ið eigur línuskipið Pison, hevur keypt frystilínuskip úr Noregi, skrivari Norðlýsið.
Talan er um Nyvoll Senior, sum er bygdur í Vági í 1987. Tá kallaðist skipið Vestfart, og hevði heimstað á Eiði.
Pison hjá smápartafelagnum Miðdalsenni er bygdur i 1961.
Eyðstein Sørensen, stjóri í felagnum og skipari á Pison, sigur við Norðlýsið, at skipið, sum nú er keypt, verður eitt stórt framstig, hóast tað er bygt í 1987, og gevur nógv betri møguleikar, serliga á fjarleiðum.
Tekur 250 tons
Nýggi Pison fer fyrst og fremst at royna undir Føroyum, á Flemish Cap og í grønlendskum sjógvi. Hann tekur 250 tons, og 15 mans vera við skipinum.
Nýggi Pison kemur á føroyskar hendur 5. januar næsta ár.
Prísurin verður ikki upplýstur, skrivar Norðlýsið.