- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsstovnurin hittir sjúkrarøktarfrøðingarnar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/semingsmenn_terje_sigurdsson_simun_absalonsen-6.jpg?itok=7LeegY1Z)
Semingsstovnurin fór fyrrapartin á fund við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um verkfallið á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Ósemjan millum Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og sjúkrarøktarfrøðingarnar versnaði í gjár, tá fakfelagið setti sum treyt, at skuldu undantøkini í verkfallinum leingjast, skuldi Sjúkrahúsverkið rinda felagnum 200 krónur fyri hvønn arbeiðstíma hjá sjúkrarøktarfrøðingum, sum høvdu fingið undantak.
80.000 kr. um samdøgrið
Leiðslan í Sjúkrahúsverkinum tók ikki undir við treytini. Leiðslan segði, at hetta hevði kostað 80.000 krónur um samdøgrið.
Og eina løtu valdaði ruðuleiki í sjúkrahúsverkinum, tá nakrir sjúkrarøktarfrøðingar fóru av verkfalsraktu deildunum, og tænastumenn, flestu yvirlæknar, vórðu boðsendir til arbeiðis.
Men klokkan hálvgum seks í gjárkvøldið játtaði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar at leingja undantøkini til klokkan trý seinnapartin í dag.