- Tíðindi, mentan og ítróttur
Korona: Skulu velja við brævatkvøðu
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/atkvodusedil.jpg?itok=QF8iwbDp)
Veljarar, sum vegna COVID-19 eru avbyrgdir, í sóttarhaldi ella heimauppihaldi, skulu ikki møta á valstaðnum sjálvan valdagin fyri at greiða atkvøðu til kommunuvalið.
Hesir veljarar kunnu í staðin velja við brævatkvøðu, sigur Umhvørvis- og vinnumálaráðið.
Atkvøðugreiðsla við brævi verður frá týsdegnum 3. november til mánadagin 9. november. Atkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðið, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar tann 10. november.
Veljarar, sum eru avbyrgdir, í sóttarhaldi ella heimauppihaldi, skulu seta seg í samband við avvarðandi kommunu ella valnevnd, soleiðis at valnevndin kann fyrireika, hvussu atkvøðugreiðslan við brævi skal fara fram.
Yvirlit yvir kommunurnar sæst her