- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umdystur í talvi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/talv_3.jpg?itok=P7wxAPAp)
Nú klokkan tvey byrjaði umdystur um føroyameistaraheitið í talvi fyri einstaklingar. Dysturin stendur millum Høgna Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og 14 ára gamla Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag.
Teir endaðu javnir í Landsliðsbólkinum við seks stigum hvør eftir sjey umfør, tá FM-stevnan endaði í gjár.
Í umdystinum verða fyrst tvey kviktalv telvað. Telvararnir hava tá 25 minuttir hvør umframt fimm sekund fyri hvønn fluttan leik. Stendur á jøvnum eftir kvikkappingina, verða tvey snartalv tikin.
Tá fáa telvararnir tríggjar minuttir hvør umframt tvey sekund fyri hvønn fluttan leik. Endar snartelvingin eisini jøvn, verður avgerðin at falla í sonevndum Armageddon-talvi.
Tá fær hvítur seks minuttir og svartur fimm minuttir. Endar talvið javnt, vinnur telvarin við svarta fólkinum.
Fylgjast kann við leik fyri leik á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.
Telvað verður í Løkshøll í Runavík.