- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur skrivari í Nes kommunu
Nýggjur skrivari í Nes kommunu
Sigurd Justinussen tekur við starvinum 16. november
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sigurd-justinussen.jpeg?itok=01a3mvWn)
28.10.2020 - 16:14
Sigurd Justinussen úr Havn er nýggjur skrivari í Nes kommunu.
Sigurd Justinussen er 34 ára gamal. Hann hevur nomið sær BA-útbúgving á Fróðskaparsetrinum í sosialvísindum og samfelagsplanlegging og MA útbúgving í býarplanlegging og geografi á Roskilde Universiteti í 2016.
Sigurd hevur arbeiðsroyndir frá Tórshavnar kommunu og Landsverki, skrivar Nes kommuna. 16 umsóknir vóru til skrivarastarvið. Sigurd Justinussen byrjar í starvinum 16. november.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV