Ein hálv millión fólk smittað í gjár

bannari
Ein hálv millión fólk smittað í gjár
Nú eru fleiri enn 44 milliónir fólk skrásett at hava koronu
517.000 koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár
 
28.10.2020 - 16:19

Fleiri enn hálv millión fólk kring allan heimin vórðu smittað av koronu í gjár. Tað er nýtt met, at so nógv eru skrásett at verða smittað í ein dag, skrivar NTB.

Tilsamans vórðu 516.898 nýggir tilburðir skrásettir í gjár. Samstundis doyðu 7.723 fólk av koronu í gjár. Tilsamans eru fleiri enn 44 milliónir fólk í øllum heiminum skrásett at hava koronu.

Ein millión og 170.000 fólk eru deyð av sjúkuni. Londini, sum eru meinast rakt, eru USA, India, Brasil, Russland og Frakland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946