- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvær ráðførslur í morgin

Landsstýrismenninir Jacob Vestergaard og Jenis av Rana hava biðið um ráðførslurnar, Jacob Vestergaard um rammusáttmála um fiskiskap við Bretland, og Jenis av Rana um felagsyvirlýsing millum Føroyar og sambandsríkið Amerika.
Uppskotið um rammusáttmála um fiskiskap við Bretland er liðugt. Síðani skal rammusáttmálin skrivast undir, og so skal hann til góðkenningar í løgtinginum og í parlamentinum í London.
Tá rammusáttmálin er góðkendur, skulu londini samráðast um, hvussu nógv, tey sleppa at fiska hvørt hjá øðrum. Jenis av Rana hitti amerikanska uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, í summar.
Tá vildi Mike Pompeo hava føroyingar at lata upp sendistovu í USA. Fundurin í Uttanlandsnevndini byrjar klokkan eitt korter til tíggju í morgin.