Fyrstu fyrireikingarnar gjørdar

Fyrstu fyrireikingarnar gjørdar
Ein útbúgving í týðing hevur verið umrødd á Fróðskaparsetrinum, og eitt sindur av fyrireikingararbeiði er gjørt á Føroyamálsdeildini.
 
26.10.2020 - 06:54

Í løtuni verða valfrí skeið í týðing boðin teimum, sum lesa føroyskt. Tað er svarið, sum Hanna Jensen, løgtingskvinna, hevur fingið frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni. Hon spurdi, um ein týðaraútbúgving er á veg.

Í svarinum, sum Jenis av Rana hevur fingið frá Fróðskaparsetrinum, stendur, at ein rættilig útbúgving í týðing hevði sannlíkt verið skipað sum ein MA-útbúgving og/ella sum eitt hjánám.

Upptøkukravið hevði verið ein BA-útbúgving í máli, antin føroyskum ella fremmandamáli, sum útbúgvingin í týðing so bygdi á ella var framhald av. Møguliga hevði eisini verið skipað fyri upptøkuroynd. 

Dentur er lagdur á skeið í týðingarfrøði, skeið í føroyskum máli, knýtt í týðing og skeið í bókmentum og mentanarsøgu. Føroyamálsdeildin er før fyri at byrja ein slíka útbúgving, sum hevði kostað eina millión og 40.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342