- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáa meiri í lummapeningi

Børn og ung, sum eru sett heiman, fáa nú meira í lummapeningi. Tað hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, avgjørt.
Børn og ung, sum eru sett heiman, fáa eitt fast gjald í lummapeningi um vikuna, alt eftir aldri.
Upphæddirnar verða hækkaðar úr 24 krónum upp í 40 krónur um vikuna til børn, sum eru millum trý og seks ára gomul.
Upphæddin hækkar líðandi eftir aldri, og til børn og ung, sum eru eldri enn 16 ár, hækkar upphæddin úr 227 krónum upp í 275 krónur um vikuna.
Javnaðar á hvørjum ári
Upphæddirnar verða javnaðar á hvørjum ári.
Tað er landið, sum rindar lummapening til børn, ið búgva á stovni hjá landinum.
Kommunurnar rinda lummapening til børn, ið eru sett heiman, og búgva hjá fosturforeldrum.
Nýggju upphæddirnar koma í gildi 1. januar.