- Tíðindi, mentan og ítróttur
Luitjen á odda
Tann einans 14 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag hevur fingið eina flúgvandi byrjan í árligu føroyameistarakappingini. Tað skrivar Talvsambandið á heimasíðu sínari.
Hann hevur sum tann einasti fult stigatal eftir fyrstu trý umførini. Mótsøðumenn hansara hava verið Hans Kristian Simonsen, Margar Berg og Rani Nolsøe.
Í hølunum á honum er stórfavoritturin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag við 2½ stigi. Høgni hevur vunnið á Heiðriki Jacobsen og Heðini Gregersen og telvað remis móti Hans Kristiani Simonsen.
Støðan í Landsliðsbólkinum:
1 Luitjen A. Apol (2126) HT 3
2 Høgni Egilstoft Nielsen (2396) ST 2½
3 Andrias Danielsen (1886) TT 2
4 Hans Kristian Simonsen (2147) KT 2
5 Heðin Gregersen KTF (1804) 2
6 Heiðrikur Jacobsen (1873) HT 1
7 Rani Nolsøe (2061) KTF ½
8 Margar Berg (1912) HT 0
Hinir bólkarnir
Í almenna bólkinum hevur Flóvin M. Tummasarson úr Klaksvíkar Talvfelag gjørt bart. Hann er einsamallur á odda við fullum stigatali. Honum næstir eru Rógvi Mørkøre úr Kollafjarðar Talvfelag og Silas Hannesarson, báðir við 2½ stigi. Ellivu telva í almenna bólkinum.
Í unglingabólkinum hevur Elias Petersen úr Havnar Telvingarfelag tikið dik á seg og lagt seg á odda við trimum sigrum í trimum umførum. Honum næstir eru fýra telvarar við 1½ stigum hvør. Einans sjey kappast í unglingabólkinum.
Meira er um kappingina á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.