- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldraráðið: Petur Rouch fekk flestar atkvøður
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/eldrarad.png?itok=2iiZXtLt)
Petur Rouch fekk flestar atkvøður á eldraráðsvalinum í Tórshavnar kommunu.
Hann fekk 361 atkvøður. Hann er samstundis einasti maður, sum er valdur í eldraráðið.
Bjørghild Djurhuus fekk 328 atkvøður, Katrin Holm fekk 286 atkvøður, Julianna Klett 255 og Marin Rasmussen fekk 254. 11 fólk stillaðu upp.
Tiltakslimir eru Ingigerð á Trøðni, Robert Vilhelmsen, Birgit Hansen, Eyrit Guttesen Leyni op Ingrid S. Henriksen. Petur Rouch, Katrin Holm og Julianna Klett eru eisini í eldraráðnum, sum tók við í 2017.
Erna Háberg og Helgi Hansen stillaðu ikki upp hesaferð.
Taka við á nýggjárinum
Nývalda eldraráðið tekur við á nýggjárinum. Valskeiðið er fýra ár.
4.873 høvdu valrætt, 2.225 valdu. Tað eru 45,6 prosent.
Eldraráðið skipar seg sjálvt. Eldraráðið hevur skrivstovu í Tilhaldinum í Tórsgøtu.