Eisini skúlastýrisval 10. november

Eisini skúlastýrisval 10. november
Foreldur velja fólk í skúlastýrið í skúlan, har børn teirra ganga.
Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík. 10. november skulu skúlastýri eisini veljast
 
23.10.2020 - 09:23

Týsdagin 10.november verður umframt kommunuval skúlastýrisval.

Foreldur velja fólk í skúlastýrið í skúlan, har børn teirra ganga.

Í skúlum, sum hava minst 20 næmingar, eru trý foreldur í skúlastýrinum, og í teimum smáu skúlunum eru tvey foreldur í skúlastýrinum.

Í skúlastýrinum hittast foreldur, umboð fyri kommunustýrið, starvsfólkaumboð og skúlaleiðarin regluliga at viðgera millum annað meginreglur og arbeiðsumstøður, læring og trivnaðarátøk skúlans.
 
Formaðurin ella forkvinna í valnevndini skulu hava listarnar við teimum, sum stilla upp, eina viku fyri valið.

Kommunustýrini, sum verða vald 10.november, velja umboðini hjá kommununi í skúlastýrinum. Skúlaleiðarin er fastur limur, og hvørt ár velja starvsfólkini sín stýrislim.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342