Tveir tilburðir í gjár

bannari
Tveir tilburðir í gjár
17 fólk eru smittað, og 60 eru í sóttarhaldi
Nú eru fleiri enn 148.300 koronukanningar gjørdar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.10.2020 - 13:02

Tveir koronusmittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. 

Annar er komin til Føroya úr øðrum landi og hin er í smittuketu, sum landslæknin fylgir. 

Í gjár vórðu 590 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Nú eru 148.376 kanningar gjørdar í Føroyum.

490 fólk hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 473 fólk eru staðfest at vera frísk aftur, tí eru 17 fólk smittað í løtuni.

60 fólk eru í sóttarhaldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946