Sóttarhaldið stytt niður í 10 dagar

Sóttarhaldið stytt niður í 10 dagar
Nýggjar leiðreglur koma í gildi í dag
Nýggju leiðreglurnar eru eisini galdandi fyri tey, sum í løtuni eru í sóttarhaldi
 
22.10.2020 - 09:05

Tíðarskeiðið, tá ið tú í sambandi við koronusmittuna verður avbyrgdur ella settur sóttarhald, verður nú stytt úr 14 døgum niður í 10 dagar.

Tað boðar Heilsumálaráðið frá.

Frameftir verður mælt til, at øll, ið hava fingið staðfest koronusmittuna, verða avbyrgd í 10 dagar. Tað er eisini ein treyt, áðrenn tú verður loystur úr avbyrgingini, at tú seinastu trý samdøgrini ikki hevur nøkur smittueyðkenni.

Tíðarskeiðið í sóttarhaldi verður eisini stytt úr 14 døgum niður í 10 dagar. Hava myndugleikarnir heitt á teg um at fara í sóttarhald, verður mælt til, at tú eisini letur teg kanna á sætta degi. Ein negativ kanning á sætta degi loysir teg tó ikki úr sóttarhaldinum.

Nýggju leiðreglurnar eru eisini galdandi fyri tey, sum í løtuni eru í sóttarhaldi.

Kemur tú úr einum landi við høgum smittutrýsti, t.e. yvir 50 fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, eigur tú at lata teg kanna á sætta degi, og vera serliga varin í 14 dagar eftir komu til Føroya, sigur Heilsumálaráðið.

Nýggju leiðreglurnar verða settar í gildi í dag, 22. oktober.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946