- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ov fá stilla upp í Hovi

Í Hovi hava bert trý fólk stillað upp til kommunuvalið, men tað er ov lítið, tí neyðugt er við eykafólkum eisini.
Tí fer valnevndin at umrøða støðuna á fundi í kvøld, sigur forkvinnan í valnevndini, Eydna Danielsen. Hon sigur seg ikki vera vísa í, hvussu nógv fólk skulu vera á listanum aftrat, men tey mugu í minsta lagi vera tvey, so fimm fólk vera at velja ímillum.
Og hon væntar at fáa tvey fólk at stilla upp aftrat, men einki verður avgjørt, fyrr enn valnevndin hevur havt fund í kvøld.
Tey trý sum hava stillað upp, eru Bergljót Ludvig, sum er varaborgarstjóri nú, og Jón Midjord, sum er limur í bygdarráðnum. Saman við teimum er Delmar Tausen á listanum. Delmar hevur drúgvar royndir í kommunalpolitikki í Hovi, og hevur verið borgarstjóri í fleiri umførum. Hann hevur seinastu árini ikki havt sæti í bygdaráðnum.
Núverandi borgarstjórin í Hovi, Jónsvein Hovgaard, hevur sitið fýra skeið í bygdaráðnum í Hovi, og hann hevur gjørt av, ikki at stilla upp aftur.
Hann sigur, at nú eru fimm bygdaráðslimir í Hovi, men á nýggjárinum fór fólkatalið niður um 100, og tí skulu bert tríggir limir veljast í bygdarráðið hesaferð.