
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Livebloggur: Zelenskyj lendur í Bretlandi

Volodymyr Zelenskyj og Keir Starmer, bretskur forsætisráðharri hittast í Downing Street seinnapartin í dag, eftir nógv umtalaða fundin í Washington í gjár.
Fyri løtu síðani lendi ukrainski forsetin í Stórabretlandi. Fundurin, sum ikki skuldi vera fyrenn í morgin er framskundaður ein dag.
Ætlanin var, at Zelenskyj og Starmer skuldu fundast í morgin.
__________________________________________________
Í løtuni standa miðlafólk og onnur uttan fyri dyrnar til Downing Street 10, og bíða eftir ukrainska forsetanum.
Sambært talsfólki hjá Downing Street hevur Starmer enn ikki viðmerkt fundin millum Zelenskyj, Donald Trump, forseta og J.D. Vance varðaforseta í gjár.
Tó hevur Starmer tosað í telefon við bæði Trump og Zelenskyj, eftir fundin. Tað skrivar bretska kringvarpið.
Í morgin hittast evropeisku stjórnarleiðararnir eftir avtalu at viðgerða ein enda á krígnum millum Ukraina og Russland.
Greinin verður dagførd...