- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar torføra uppgávu í Wales
Føroyar spæla seinnapartin EM-undankappingardyst á útivølli móti Wales.
Talan er um trupla uppgávu, tí Wales er á 2. plássi í bólkinum aftanfyri oddaliðið, Noreg. Tá liðini spældu í Føroyum í september í fjør, vann Wales 6-0.
- Vit høvdu nógv góð ting í seinasta dystinum móti Hvítarusslandi, sum vit skulu taka við okkum inn í dystin, og harfrá skulu vit so sjálvandi byggja uppá. Vit fáa harða mótstøðu, men vit eru klárar at geva alt, sum vit hava fyri at fáa eitt gott úrslit við heim, sigur Heidi Sevdal við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Liðið er sett
Føroyski landsliðsvenjarin, John Petersen, hevur sett liðið, sum skal á vøllin á Rodney Parade í Newport í dag.
Tað líkist liðnum, sum tapti 2-0 móti Hvítarusslandi fyri júst einum mánaða síðan. Ein broyting er kortini. Roynda Olga Kristina Hansen, sum ikki var tøk tá, er við frá byrjan á føroyska miðvøllinum.
Liðið: Óluva Joensen (mv); Ásla Johannesen, Birita Ryan, Jacoba Langgaard, Sanna Svarvadal; Jensa Tárolvsdóttir, Elisabet Vang, Olga Kristian Hansen, Kára Djurhuus, Sara Samson Lamhauge; Heidi Sevdal
Dysturin móti Wales byrjar kl. 16.30.