Tríggir tilburðir staðfestir í gjár

bannari
Tríggir tilburðir staðfestir í gjár
Í løtuni hava 16 fólk koronusmittuna
Í gjár vórðu 1037 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.10.2020 - 11:42

Tríggir koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Tvey fólk eru komin til Føroya loftvegis, og tað triðja fólkið er partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir.

Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er farin undir smittusporingina.

147.000 fólk kannað

Í gjár vórðu 1037 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 147.079 kanningar gjørdar í Føroyum.

 488 fólk hava fingið staðfest smittuna, og 472 eru frísk aftur. Í løtuni eru 16 fólk smittað.

Eingin er í løtuni innlagdur við koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946