Brexit: Fiskivinnan er høvuðsspurningurin

Brexit: Fiskivinnan er høvuðsspurningurin
Bretland skal sjálvt umsita fiskin í egnum øki, eru greiðu boðini frá Boris Johnson, forsætisráðharra
Fiskivinnan hevur nógv størri týdning fyri Danmark og Frakland, enn hon hevur fyri bretar, og tí verður málið umrøtt á toppfundi í ES í vikuni
 
14.10.2020 - 11:38

Bretska stjórnin hevur gjørt fiskivinnuna til høvuðsspurningin í samráðingunum um brexit, og tað kemur illa við hjá fleiri londum í ES, sum fiska nógv í bretskum sjógvi.

- Bretland skal sjálvt umsita fiskin í egnum øki, eru greiðu boðini frá Boris Johnson, forsætisráðharra.

Fiskivinnan hevur nógv størri týdning fyri Danmark og Frakland, enn hon hevur fyri bretar, og tí verður málið umrøtt á toppfundi í ES í vikuni, skrivar TV2.

Fiskivinnan í Bretlandi er bert 0,12 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, og inntøkurnar eru minni hjá vinnuni enn hjá handilshúsinum, Harrods, í London.

Stóra týdning fyri Danmark

Í Danmark er støðan øðrvísi, tí í fjør landaðu donsk skip fisk fyri 3,3 milliardir kr., og meginparturin var fingin í bretskum sjógvi. Danmark fekk 26 milliardir kr. fyri fiskin.

Og so eru 16.000 arbeiðspláss í Danmark tengd at fiskivinnuni. Ein uppgerð vísir, at fiskivinnan hevur fimm ferðir størri týdning fyri danska búskapin, enn fyri bretska búskapin.

Frá 2012 til 2016 fiskaðu bretsk skip 94.000 tons um árið í bretskum sjógvi, meðan skip úr ES-londunum fiskaðu 740.000 tons um árið.

Tí hevur fiskivinnan sera stóran týdning fyri ES-londini, og ES ætlar at gera alt, sum er møguligt, fyri at varðveita rættindini í bretskum sjógvi.

Bretski samráðingarleiðarin, David Frost, hevur gjørt greitt, at størri javnvág má fáast í fiskivinnuna, so bretar sjálvir fáa størri rætt til fiskiríkidømið.

Hann hevur slakað eitt sindur seinastu dagarnar, og mælir nú til eina avtalu, sum skal gjalda í trý ár, og síðani skulu samráðingar vera um fiskiskapin hvørt ár.

Men Danmark, Frakland, Týskland, Holland og Belgia siga seg ikki vilja góðtaka eina slíka skipan, men vilja heldur hava eina skipan, sum varar í fleiri ár. Tí tað hevur týdning fyri vinnuna í londunum, at ein trygg skipan verður galdandi í framtíðini.

Bretska støðan viknað

Støðan hjá Bretlandi er viknað, eftir at tað kom fram, at Bretland og Noreg hava gjørt eina avtalu, sum gevur norsku fiskivinnuni eina fasta kvotu í bretskum sjógvi.

Tí er kravið frá ES, at samveldið vil hava somu skipan.

Toppfundur verður í ES hósdagin, og innanhýsis í samveldinum verður samráðst um eina skipan, sum londini kunnu góðtaka.

Samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier, hevur tosað við stjórnirnar í londunum, sum hava áhuga í fiskirættindum í bretskum sjógvi. Hann hevur boðað londunum frá, at neyðugt verður at góðtaka bretsk krøv, um nøkur avtala skal fáast í lag.

Felags skipan fyri ídnaðin

Tað eru eisini onnur viðurskifti millum Bretland og ES, sum eru eftir at loysa.

ES vil hava Bretland at góðtaka felags skipan fyri ídnaðin, so samstarvið kann halda fram sum nú. Og semja má eisini fáast um, hvør dómstólur skal vera galdandi. Bretar hava higartil víst aftur at góðtaka ES-dómstólin sum evsta vald, men í løtuni verður einki annað umrøtt.

Tí er talan er um álvarsligar og avgerandi samráðingar um brexit, sum eru fyri framman, skrivar TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Fríggjadag 29. november
Góðan morgun Føroyar
184364
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
3-2
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254