Inntøkumarkið fyri sjálvboðið arbeiði hækkar

Inntøkumarkið fyri sjálvboðið arbeiði hækkar
Nú fara fólk at kunna forvinna upp í 50.000 skattafríar krónur fyri sjálvboðið arbeiði til frama fyri ítrótt
 
12.10.2020 - 06:24

Markið hevur verið 30.000 krónur síðani 2013. Men landsstýrið hevur mælt til at hækka markið upp í 50.000 krónur, og tí tekur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum undir við.

Men nevndin vil, at hækkingin kemur í gildi longu í ár og ikki næsta ár, sum landsstýrið skjýtur upp. Tað vil Fíggjarnevndin, tí uppskotið kom eisini í vár og tá var tað galdandi frá 1. januar 2020.

Umleið 120 fólk fáa gleði av tí

Endamálið við hækkingini er at fáa skikkað fólk at vera við í sjálvbodna arbeiðinum í ítróttini. Talan er um dómarar, linjuverjar, venjarar, leiðarar og hjálparar.

Samgonguskjalið sigur, at skattafría hámarkið til ítrótt skal broytast. Okkurt um 120 fólk eru mett at fáa gleði av hækkingini, Tey fáa 2,4 milliónir krónur.

Sambært TAKS fingu 843 fólk slakar 8,2 milliónir krónur fyri sjálvboðið ítróttarabeiði í 2018. Men bara 120 fólk fingu millum 25.000 og 30.000 krónur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949