Korona hevur ikki ávirkað gongdina

Korona hevur ikki ávirkað gongdina
BankNordik væntar nú, at úrslitið eftir skatt verður millum 120 og 160 mió. kr. í ár.
Hetta er fjórðu ferð í ár, at BankNordik boðar frá broyttum fíggjarligum vánum fyri árið 2020
 
07.10.2020 - 11:01

BankNordik væntar nú, at úrslitið eftir skatt í ár verður millum 120 og 160 mió. kr.

Hetta er fjórðu ferð í ár, at BankNordik boðar frá broyttum fíggjarligum vánum fyri árið 2020. 

Bankin væntar nú, at útlitini fyri árið eru batnað, tí útreiðslurnar eru minkaðar og inntøkurnar eru vaksnar.

Korona hevur ikki ávirkað fíggjarligu gongdina hjá bankanum so nógv sum væntað, sigur bankin.

Bæði 24.juni og 16.juli boðaði BankNordik frá batnaðum útlitum fyri 2020.

Staðfest færri tap
 
Góða gongdin á fíggjarmarknaðunum seinastu tíðina hevur ávirkað virðisbrævaognina hjá bankanum, sum nú er á sama stigi sum væntað við ársbyrjan. 

Bankin hevur eisini staðfest færri tap enn líkt var til fyrr í ár. 

Men av tí at framvegis er óvist, hvørjar fíggjarligar avleiðingar korona fer at hava, varðveitir BankNordik kortini tær 35 mió. kr., sum eru settar av til møgulig tap.

BankNordik fer at kunngera roknskapin fyri triðja ársfjórðing 3.november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949