Øll skeinkistøð í París lata aftur

Øll skeinkistøð í París lata aftur
Koronasmittan breiðir seg skjótt í Fraklandi. Í gjár vórðu 12.565 tilburðir staðfestir aftrat
Skeinkistøðini í París lata aftur í 14 dagar
 
05.10.2020 - 16:30

Øll skeinkistøð í París lata aftur, nú smittutølini í Fraklandi aftur eru farin at vaksa, skrivar BBC News.

Tá barrirnar í franska høvuðsstaðnum lata aftur í kvøld, verða tær fyribils stongdar í tvær vikur, hevur stjórnin í landinum boðað frá.

Bara í gjár vórðu 12.565 tilburðir aftrat staðfestir í landinum, og myndugleikarnir stúra nú fyri einari nýggjari aldu av smittutilburðum.

Triðjahvørt seingjarpláss til koronusjúklingar

Avmarkingarnar í París verða settar í verk, nú talið av smittaðum er farið upp um 250 fólk fyri hvørji 100.000 fólk, samstundis sum minst 30 prosent av øllum seingjarplássum á intensiv-deildum eru løgd av til COVID-19 sjúklingar.

Matstovur í París sleppa kortini at hava opið, og tær matstovurnar, sum eisini skeinkja rúsandi løg, skulu skráseta allar kundarnar fyri at gera smittusporingina høgligari, verður tað neyðugt.

Eisini har suðuri í Fraklandi hava myndigleikarnir sett tiltøk í verk. Í Marseilles vórðu allar matstovur, barrir og ølstovur latnar aftur í síðstu viku, skrivar BBC News.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946