- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gera rundkoyringina við Sjógv lidna
Gera rundkoyringina við Sjógv lidna
Arbeiðið at gera økið á Strondum klárt til at binda í Eysturoyartunnilin verður væntandi liðugt seinni í vikuni
Mynd: Sjóvar kommuna
05.10.2020 - 14:40
Nú verður farið undir at gera rundkoyringina við Sjógv, ið skal binda økið í Eysturoyartunnilin, lidna.
Asfalt skal leggjast á sjálva rundkoyringina og eisini á vegirnar til rundkoyringina, skrivar Sjóvar kommuna.
Arbeiðið at gera økið á Strondum klárt til at binda í Eysturoyartunnilin, verður væntandi liðugt seinni í vikuni.
Ljóskurvar eru settar upp, og tunga ferðslan sleppur ikki at koyra ígjøgnum økið fyrr enn eftir klokkan 22 um kvøldið, sigur kommunan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV