- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingir áhoyrarar til nýggjárskonsertina
Vanliga klappa áskoðararnir til Radetsky-marsjin á árligu nýggjárskonsertini, men soleiðis verður ikki í ár.
Nýggjárskonsertin, sum verður í januar, verður uttan áskoðarar, hevur stjórin í Symfoniorkestrinum boðað teimum luttakandi frá.
- Tað er ikki rætt at savna so nógv fólk, tá hugsað verður um, hvussu smittan kann breiðast, sigur Hans Petur í Brekkunum, stjóri.
Sostatt verða eingir áhoyrarar til nýggjárskonsertina í januar, og dentur verður hesaferð lagdur á at gera eina serstaka sjónvarpsframleiðslu.
Tað verða ikki bara áhoyrararnir, sum ikki verða til staðar, tá árliga nýggjárskonsertin verður í januar, tí heldur einki kór verður á konsertini.
Fyrsta nýggjárskonsertin í Føroyum varð hildin í 1994, og konsertirnar hava verið hildnar á hvørjum ári síðstu 26 árini.