- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarlógin í tinginum týsdagin

Týsdagin fer løgtingið undir at viðgera fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár, ið varð lagt fram mikudagin.
Sambært fíggjarlógaruppskotinum verður hallið á fíggjarlógini 172 milliónir krónur næsta ár.
Tveir dagar eru settir av til orðaskiftið um fíggjarlógina fyri 2021, áðrenn lógaruppskotið fer í nevnd.
Tvey uppskot avgreiðast
Á tingfundinum týsdagin skal løgtingið tó fyrst avgreiða tvær 3.viðgerðir.
Annað er lógaruppskotið hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum, sum skal tryggja løntakarum í sóttarhaldi og arbeiðandi fólkapensjonistum løn í tíðarskeiðinum, sum tey eru í sóttarhaldi vegna korona. Lógin tryggjar eisini, at skipanin við afturrindan av lønarútreiðslum til arbeiðsgevarar á privata arbeiðsmarknaðinum heldur fram. Hesi viðurskifti hava verið tryggjað í trimum undanfarnum lógum, sum tó nú eru farnar úr gildi. Tí er neyðugt við nýggjari lóg. Uppskotið varð einmælt samtykt við 2.viðgerð, tó við tí broyting, at lógin skal fara úr gildi aftur 1. mars 2021. Áðrenn var eingin slík dagfesting.
Hin 3.viðgerðin snýr seg um at nágreina grein 119, stk.1 í revsilógini. Lógarbroytingin er løgd fyri tingið, eftir at Føroya Rættur í februar frídømdi ein persón, sum var ákærdur fyri brot á grein 119, stk. 1, sum við harðskapi hevði gjørt seg inn á løgreglumann í tænastu. Í dóminum var grundgevingin fyri frídømingini, at lógarteksturin var ikki nóg neyvur til, at ákærdi kundi revsast eftir ásetingini. Eisini hetta lógaruppskotið varð einmælt samtykt við 2.viðgerð.