Korona breiðir seg nú aftur í Svøríki

bannari
Korona breiðir seg nú aftur í Svøríki
Seinasta samdøgrið eru 752 tilburðir skrásettir
Svøríki eru næstan 94.000 fólk smittað av korona, og umleið 6.000 fólk eru deyð av sjúkuni
 
02.10.2020 - 15:18

Koronasmittan ger nú aftur av álvara um seg í Svøríki, og seinasta samdøgrið eru 752 nýggir tilburðir skrásettir, skrivar Ritzau.

Tað er tað mesta síðani í juni.

Síðani í juli eru staðfestir millum 100 og 300 tilburðir um dagin, og sagt hevur verið, at svensku myndugleikarnir gjørdu tað rætta frá byrjan, og at smittan var um at hvørva. Men seinastu tíðina er smittan vaksin aftur.

Smittuserfrøðingurin, Anders Tegnell, sigur, at nú breiðir smittan seg í familjum, og tí heitir hann á familjulimir um at halda seg heima í eina viku, um tey hava smittuna í familjuni.

Ger um seg í høvuðsstaðnum

Myndugleikarnir upplýsa, at tað er serliga í høvuðstaðnum, Stokkhólmi, og har á leið, at smittan ger um seg, og at tað serliga eru fólk millum 20 og 60 ár, sum breiða smittuna.

Hóast smittutrýstið veksur, so fáa fólk viðgerð í heilsuverkinum, um tað er neyðugt, upplýsa myndugleikarnir.

Í Svøríki eru næstan 94.000 fólk smittað av korona, og umleið 6.000 fólk eru deyð av sjúkuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946