- Tíðindi, mentan og ítróttur
Játtanin til at undirvísa útlendingum tvífaldast

Landsstýrið ætlar at brúka meira enn dupult so nógv til at undirvísa útlendingum í føroyskum máli, føroyskari mentan og føroyskum samfelagsviðurskiftum.
Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2021 eru 3,4 mió. kr. til hesa undirvísing. Játtanin í ár er tvær milliónir.
Og kvøldskúlarnir fáa 1,5 mió. kr. afturat til undirvísing í føroyskum fyri fremmandamælt.
Í februar í vóru fólk úr 100 tjóðum í Føroyum. Hetta eru fólk, sum hava annað móðurmál enn føroyskt.
Tá vóru 1800 fólk úr øðrum londum enn Norðurlondum her. Millum teirra vóru 300 børn og ung.
Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevur sett sjøtul á arbeiði, har námsætlanin í føroyskum máli og føroyskari mentan fyri vaksin verður dagførd og skipað eftir CEFR leistinum, sum er evropeiski leisturin um slíka mállæru.
Undirvísingartilfar, royndaruppgávur og greiningartilfar verða gjørd.
Og ein diplomútbúgving verður gjørd til teirra, sum skulu undirvísa tilflytarum, bæði vaksnum og børnum.