- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES-nevndin stevnir fyri brot á Brexit-avtaluna
ES-nevndin hevur gjørt av at stevna Onglandi, Wales, Skotlandi og Norðurírlandi fyri brot á avtaluna um brexit, sum partarnir gjørdu fyri einum ári síðani.
ES-nevndin hevur sent eitt skriv til bretsku stjórina um ætlanina, og bretar hava fingið ein mánað at svara skrivinum.
Tá bretar hava svarað, fer ES at taka endaliga støðu til, um farið verður í rættin við málinum.
- Talan er um eitt víðgongt stig, sum kann gera støðuna millum partarnar uppaftur spentari, nú bretar eru á veg úr ES, sigur tíðindamaðurin hjá DR í Bruxelles, Ole Ryborg.
ES-nevndin gav bretum freist til seinast í september at taka eitt uppskot aftur, sum broytir avtaluna, sum varð gjørd í fjør.
Innari marknaðurin
Talan er um innara marknaðin í Onglandi, Norðurírlandi, Skotlandi og Wales. Uppskotið gevur bretsku stjórnini heimild til at seta partar av avtaluni um brexit úr gildi. Talan er serliga um markið ímillum Norðurírland og Írland. Norðurírland fer úr ES, meðan Írland verður verandi í ES.
Eftir avtaluni frá í fjør, skal Norðurírland verða verandi undir tollreglunum hjá ES, um eingin fríhandilsavtala fæst í lag.
Tað er tann partin av avtaluni, sum bretska parlamentið hevur samtykt at broyta. Talan er um eitt trygdaruppskot, sigur Boris Johnson, forsætisráðharri.
Men sambært ES, so stríðir samtyktin ímóti Brexitavtaluni. Tað góðkennir samveldið ikki, og er tí farið undir at fyrireika rættarmál ímóti Bretlandi fyri brot á altjóða lóg.