- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin prístalsjavning næsta ár

Almannaveitingarnar verða ikki javnaðar næsta ár, sum ætlanin annars var. Tær hækka ikki fyri enn í 2022.
Sambært lógaruppskoti, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, legði fram í gjár, er javningin, sum skuldi gerast 1.januar næsta ár, útsett til 1.januar 2022.
Ætlanin við uppskotinum er at tálma útreiðslunum í fíggjarlógini fyri 2021, sigur landsstýrið.
Almannaveitingar skulu javnast árliga eftir einum føstum leisti.
Javnað verður við miðaltalinum av prísvøkstri og lønarvøkstri undanfarna árið.
9,5 mió. kr.
Javningin hevði kostað 9,5 mió. kr. fyri hvørt prosentið, sum javnað verður næsta ár.
Hevði javningin næsta ár verið eitt prosent, hevði til dømis einkjubarnastyrkurin hækkað 130 kr. fyri barnið um mánaðin, barnapeningur veittur í forskoti hevði hækkað 130 kr. fyri barnið, ógiftir fólkapensjónistar høvdu fingið 77 kr. meira og giftir 61 kr. meira um mánaðin.
Hægsta fyritíðarpensjónin hjá ógiftum hevði hækkað 140 kr. og hjá giftum 124 kr. og tey, sum fáa miðal ella lægstu fyritíðarpensjón, høvdu fingið 115 kr. meira, eru tey ógift, og 101 kr. meira um mánaðin, eru tey gift