- Tíðindi, mentan og ítróttur
Revsilógin er nú nágreinað

Løgtingið hevur samtykt at broyta revsilógina.
Øll 27, sum vóru á tingfundinum í gjár, atkvøddu fyri uppskotinum hjá Bjarna Hammer í Javnaðarflokkinum.
Hann mælti til at broyta grein 119 í revsilógini, so hon verður meira nágreinilig. Ein samd Rættarnevnd tók undir við broytingini.
Sambært dómsvaldinum broyttist grein 119, tá hon varð umsett úr donskum til føroyskt. Grein 119 er um harðskap móti eitt nú politistum, sum gera arbeiði sítt.
Frídømdur
Ein maður varð frídømdur fyri at bróta grein 119 bæði í Føroya rætti og í Eystari landsrætti.
Hann var ákærdur fyri at stoyta Red Bull orkudrykk á ein politist. Hann kundi ikki dømast ella revsast eftir grein 119, segði dómsvaldið.
Men løgtingið hevur nú nágreinað grein 119, so hon fær sama týdning sum hon hevði, áðrenn hon varð umsett, sigur løgtingið.
Ófráboðaðir fyrispurningar
Á tingfundinum í dag klokkan hálvgum tíggju eru ófráboðaðir fyrispurningar á skránni.
Og uppskotið um fíggjarlóg fyri 2021 verður eisini lagt fram í dag.