Grønland herðir koronuátøk

bannari
Grønland herðir koronuátøk
Øll ferðandi skulu í sóttarhald í 14 dagar
Nógvu smittutilburðirnir í Danmark gera, at grønlendingar herða koronuátøkini fyri ferðandi
 
30.09.2020 - 15:35

Grønlendsku sjálvstýrismyndugleikarnir herða nú krøvini fyri ferðandi, ið koma til Grønlands. 

Orsøkin er, at so nógvir smittutilburðir eru staðfestir í Danmark seinastu tíðina.

Talan er um somu reglur, sum vóru settar í verk fyrr í ár. 

Tað merkir, at øll ferðandi, sum koma til Grønlands, skulu í sóttarhald í 14 dagar, ella lata seg kanna aftur fimta dagin eftir komu. 

Tað verður framvegis eitt krav at kunnu skjalprógva negativt kanningarúrslit, tá komið verður til Grønlands. Og kanningin skal verða gjørd í mesta lagi fimm dagar fyri fráferð. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946