- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggir smittutilburðir í gjár
Tríggir smittutilburðir í gjár
Í løtuni eru 35 fólk smittað
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
29.09.2020 - 13:04
Tríggir smittutilburðir av koronu vórðu staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er farin undir smittusporingina.
Í gjár vórðu 1060 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 129.038 kanningar gjørdar.
463 fólk hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, og 428 eru staðfest frísk. Sostatt eru 35 fólk smittað í løtuni.
Eingin er innlagdur fyri koronu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV