- Tíðindi, mentan og ítróttur
Munandi meira fólk í býnum
Í nátt var munandi meir av fólki í býnum, enn tað var leygarnáttina, upplýsir løgreglan. Kortini gekk alt sum heild friðarliga fyri seg.
Sissaði fólk
Løgreglan var kortini noydd at sissa fólk sum vóru um at fara til hendurs í Gongugøtuni í Havn, og neyðugt var eisini at fara í okkurt heim, har ófriður var. Løreglan fekk sissað fólkini, og í hvørgum førinum verður talan um nakað politimál, upplýsir vakthavandi.
Í gjáramorgunin kom løgreglan fram á ein bil sum stóð við ein garð í Sørvági, við stórum skaða. Tað vísti seg, at ein maður hevði rent á garðin, sum fekk stóran skaða, og tað fekk bilurin eisini.
Í ferðslulógini er ein serlig grein, sum sigur, at ein sum er fyri óhappi, ikki má drekka rúsdrekka í seks tímar aftaná, tí annars kann viðkomandi skuldsetast fyri rúsdrekkakoyring. Og tað hendi í hesum førinum, upplýsir løgreglan. Annars vóru eisini vitni til hendingina.
Rendu saman
Nakað seinni rendu tveir bilar saman á vegastrekkinum millum vegin til flogvøllin og landsvegin. Ein bilur sum kom av flogvøllinum legði út fyri ein bil sum kom koyrandi úr Sørvági. Bilurin sum kom úr Sørvági hevði ein bátavogn afturúr, og bilurin av flogvøllinum metti seg at kunna sleppa ímillum, men hevur helst ikki sæð bátavognin, og rendi á hann. Eitt fólk í bilinum varð flutt á landssjúkrahúsið til kanningar. Bilurin fekk stóran skaða, meðan bátavognurin fekk smávegis skað. Í hesum førinum var talan um brot á víkiskyldina, upplýsir løgreglan
Annars vitjaði løgreglan skeinkistøð í miðstaðarøkinum og í norðurøkinum, men har var alt sum tað skuldi, og skeinkistøðini ótu aftur klokkan tvey í nátt, verður upplýst av politistøðini í Havn.