Korona ávirkar fótbóltin

Korona ávirkar fótbóltin
Allir dystir uttan teir í Betri-deildini hjá monnum eru útsettir til 28. september
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.09.2020 - 15:03

Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt av fyribils gevast við øllum kappingum, uttan Betri-deildini hjá monnum. Hetta er galdandi frá í dag, til mánadagin 28. september.

Fótbóltssambandið sigur, at virksemið í samfelagnum er nógv ávirkað av koronasmittuni í løtuni, og tí hava tey tikið avgjørt at útseta flestu dystir í landskappinguni, sum skuldu verðið spældir hesa vikuna.

Tríggir dystir verða annars spældir í Betri-deildini hjá monnum í dag.

Klokkan 16.30 spæla TB og NSÍ Við Stórá, klokkan 19 spæla EB/Streymur - HB við Margáir, og klokkan 19 spæla Skála og ÍF undir Skarðshjalla á Skála.

Ein dystur skuldi eftir ætlan vera aftrat í dag, tað var dysturin millum Víking og AB, men hann er fyribils útsettur, tí seks leikarar hjá AB eru í sóttarhaldi.

Útvarpið sigur frá dystinum millum EB/Streym og HB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881